Ansingartilboð

Óhjálpin persónur, 67 ár og eldri, kann fáa ansara, um so er, at Nánd metir at tørvur er á støðugari røkt og hjáveru.

Ein ansari kann vera avvarðandi, familjulimur ella annar, ið er mettur førur fyri at átaka sær ansingaruppgávuna. Samsýning fyri at ansa kann verða veitt eftir ávísum leiðreglum fyri ansingartilboð.

Tú kanst søkja við at venda tær til skrivstovuna hjá Nánd á tlf. 73 02 00 ella við at heinta oyðubløð her.

Search by