Heima- og sjúkrarøkt

Heimarøkt er til heimabúgvandi fólk, ið hava tørv á hjálp. Tilboðið tekur støði í, hvat fólk sjálvi megna og verður veitt sum hjálp til sjálvhjálp.

Tú kanst søkja um heimahjálp við at venda tær til skrivstovuna hjá Nánd á tlf. 73 02 00. Fakfólk kemur at vitja heimið fyri at meta um tørvin.

Gjøld fyri búpláss, heimarøkt og umlætting kunnu síggjast her (galdandi frá 1. januar 2024).

Sjúkrarøkt fevnir um sjúkufyribyrging, sjúkrarøkt og heilsuvegleiðing.

Sjúkrarøkt verður veitt í samráð við lækna, ella har Nánd frammanundan veitir tænastu og metir tað neyðugt at geva sjúkrarøkt.

Search by