Børn og ung

“Børn og ung eru umleið ein triðingur av íbúgvunum, men øll okkara framtíð.”

Ein tann mest grundleggjandi kjarnutænastan, ein og hvør kommuna veitir, eru tænasturnar til okkara børn og barnafamiljur. Hava børn okkara tað gott og fáa ein góðan barndóm her í okkara kommunu, so verður trivnaðurin í allari kommununi betri. Samstundis tryggja tey eisini, at Eysturkommuna, eisini í framtíðini, verður ein góð kommuna at liva og virka í.

Eysturkommuna hevur nú orðað ein Barna- og ungdómspolitikk, sum verður kunngjørdur í hesum skrivinum. Vit hava arbeitt leingi og nágreiniliga við honum, so hesin politikkurin er kjølfestur í okkara borgarum og okkara samleika.

Nógv fólk hava verið partur av hesum stóra arbeiði, og vil eg nýta høvi at takka tykkum øllum fyri tykkara leiklut.

Tað er sera umráðandi fyri okkum í Eysturkommunu býráð, at vit arbeiða miðvíst og málrættað, við at betra og menna um tænasturnar til okkara børn og ung. Soleiðis at tey fáa eina so góða byrjan uppá lívið sum møguligt.

Vit eru av tí áskoðan, at sjálvandi eru tað fyrst og fremst foreldrini, sum hava ábyrgd av sínum børnum. Men soleiðis sum samfelagið er sett saman í dag, so brúka børn og ung meir og meir av sínum uppvøkstri á kommunalum stovnum og í øðrum tilboðum, ið kommunan so ella so er partur av. Tí vilja vit við einum politikki royna at skapa neyðuga kjakið rundan um tilboðini, og á tann hátt altíð royna at veita ta tilboðið, ið børnini, ungdómurin og foreldur teirra spyrja eftir. Samstundis ynskja vit, at tilboðini, sum kommunan bjóðar og varðar av, hava eina høga og góða góðsku.

Vit vóna at tit taka væl ímóti hesum barna- og ungdómspolitikkinum, sum hevur fingið heitið “Børn og Ung – okkara felags ábyrgd”, og framhaldandi vilja hjálpa okkum at borga fyri so góðum tilboðum til okkara børn og ung sum gjørligt.

Search by