Heimahjálp er til heimabúgvandi fólk, ið hava tørv á hjálp. Tilboðið tekur støði í, hvat fólk sjálvi megna og verður veitt sum hjálp til sjálvhjálp.
Tú kanst søkja um heimahjálp við at venda tær til skrivstovuna hjá Nánd á tlf. 73 02 00. Fakfólk kemur at vitja heimið fyri at meta um tørvin.
Gjøld fyri búpláss, heimarøkt og umlætting kunnu síggjast her (galdandi frá 1. januar 2025).
Heimasjúkrarøkt er eitt tilboð til allar borgarar, sum hava tørv á sjúkrarøkt í sambandi við bráðfeingis ella varandi sjúku. Sjúkrarøktin kann veitast við hús ella á Miðstøðini í Leirvík, og tað eru sjúkrarøktarfrøðingar í heimatænastuni, sum veita tænastuna.
Sjúkrahúsið, kommunulækni ella starvsfólk hjá Nánd kunnu ávísa til heimasjúkrarøkt. Tú kanst eisini sjálv/ur seta teg í samband við Nánd, fyri at fáa heimasjúkrarøkt á tlf. 730210 ella senda ein teldupost til srf.nand@eystur.fo